Dýrt at fiska ólógliga í Danmark

Tað kann gerast kostnaðarmikið at fiska ólógliga í Danmark - eisini í tí smáa, um vit so kunnu siga.

Ein danskur frítíðarfiskimaður, sum er avdúkaður fyri at hava fiskað við 22 rúsum eyka, kann nú rokna við at fáa 10.000 krónur í bót - og at missa fiskiloyvi í upp til eitt ár.

Talan er um ein 69 ára gamlan familjumann, sum bæði hevur fiskað í navninum hjá konu síni, synum sínum og í navninum hjá einum deyðum granna.

Øll, sum eru 12 ár og eldri hava loyvi til at reka frítíðarfiskiskap eftir álli við rúsum, men loyvi er persónligt, og hetta skal bara vera til egna nýtslu. Tað er tí eisini ólógligt hjá frítíðarfiskimanni at selja burtur av tí, hann fiskar.

Tíðarskeiðið, har loyvt er at veiða áll, er avmarkað, og loyvt er ikki at fiska við rúsum í tíðini frá 10. mai til 31. juli.

Varaeftirlitsleiðarin hjá NaturErhvervsstyrelsen, sum hevur deild í Randers, Claus Wille, er vónsvikin av, at frítíðarfiskimaður brýtur reglurnar so álvarsliga, sum hesin 69 ára gamli í hesum førinum hevur gjørt.