EB/Streymur hevur meiri enn annað beinið í steypafinaluni. Seinna hálvfinalan ímóti HB verður á heimavølli mikukvøldið, tá ið teir í Sundalagnum skulu verja 4-1 leiðsluna frá fyrru hálvfinaluni.
Í morgin verður fokus á Svangaskarði. Har tapti EB/Streymur báðar dystirnar í fjør við einum máli – 1-0 og 3-2. Síðstu árini hevu tað ligið væl fyri hjá B68 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum ikki er farið av Toftum við øllum síðani í 2008.
Eftir skinklandi fyrstu umførini hevur EB/Streymur rættuliga fingið vind í seglini. Serliga hevur tað verið á heimavølli, at úrtøkan ikki hevur verið góð. Kortini er EB/Streymur nú – saman við HB – næstfremst.
Í 1-0 heimasigrinum á NSÍ var Gert Hansen uttanfyri. Hann er tøkur aftur. Pauli G. Hansen hevur leingi verið skaddur. Tað gongur rætta vegin, men fyrr í vikuni roknaðu teir ikki við, at hann verður tøkur í morgin.
Hjá B68 hevur tað verið upp og niður. Eftir rimmar 2-1 sigurin í Gundadali á B36 hevur árstalsfelagið tapt bæði ímóti KÍ og TB. Einasta úrtøkan burtur úr trimum royndum á heimavølli er 3-2 sigurin á NSÍ. Tølini siga, at tað lekur illa í verjuni. Sekstan mál eru farin ígjøgnum higartil. Tað er bara hjá botnliðnum FC Suðuroy, at tað eisini eru farin so nógv mál ígjøgnum hjá.
Einar Hansen er tøkur aftur eftir leikbann. Hesa ferð er miðverjin Jóhan Dávur Højgaard leikbannaður.
B68 - EB/Str.: Eiler Rasmussen
leygardagin kl. 17.00