Tað var hørð kapping um at eiga heimsins dýrasta whisky, tá sjáldsamar Macallan fløskur vórðu seldar á uppboði í Hong Kong í gjár.
Dýrasta fløskan higartil varð seld fyri fýra árum síðani, tá ein samlari rindaði slakar fýra milliónir krónur fyri eina whiskyfløsku. Tað metið varð sligið tvær ferðir á uppboðssølu í Hong Kong í gjár.
Fyrst varð ein Macallan fløska seld fyri 6,3 milliónir krónur, og løtu seinni varð ein fløska av sama merki av 1926 árganginum seld fyri heilar 6,9 milliónir krónur. Tað skrivar The Guardian.
Dýru droparnir vórðu stoyttir í fløsku í 1986, og fløskan hevur ikki verið alment frammi, síðani hon seinast var á uppboðssølu fyri meira enn 30 árum síðani.