Grundstykki
Tá ið býráðið í Gøtu kommunu legði fíggjarætlanina, varð tosað um, at kommunan seldi grundstykkini alt ov bíliga. Tað ráddi um at fáa útstykkingar at hanga saman fíggjarliga.
Tí samtykti býráðið mánakvøldið at hækka prísirnar á grundstykkjum, og tað verður gjørt í trimum umførum.
Í dag kosta grundstykki í Eysturkommunu 150 krónur fermeturin, og íbindingargjaldið er 5.000 krónur. Á nýggjárinum verður fermetraprísurin 200 krónur metur, 1. juli 250 krónur, og 1. januar 2011 300 krónur.
Íbindingargjaldið hækkar somuleiðis í trimum umførum og verður um eitt ár 20.000 krónur, fýra ferðir so stórt sum nú.
Meginreglan er, at kommunur ikki mugu hava útreiðslur av útstykkingum.