Hetta seinasta árið er tað vorðið eitt sindur dýrari at liva í Føroyum.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir prístalið.
Uppgerðin vísir, at hetta seinasta árið eru mest sum allir prísir hækkaðir eitt sindur, sum heild og í miðal hevur príshækkingin verið 0,9 prosent hetta seinasta árið.
Sostatt hevur hækkingin hetta seinasta árið verið á leið tað sama, sum tað hevur verið hesi seinastu trý árini.
Men hetta skal eisini síggjast í ljósinum á, at annan ársfjórðing í ár var prísvøksturin 1,8 prosent hægri enn hann var í øðrum ársfjórðingi í 2018, og tað er størsti prísvøkstur hesi seinastu sjey árini.
Tað, sum er dýrkað mest, eru prísirnir fyri at gista á hotellum og fyri at eta á matstovum, tí teir prísirnir eru hækkaðir 2, 6 prosent hetta seinasta árið.
Hesin vørubólkurin er kortini so lítil, at hann hevur lítla ávirkan á heildarmyndina.
Eitt, sum hevur stóran týdning fyri vanligu húsarhaldini, eru prísirnir á mati og drekka, og teir eru hækkaðir 1,7 prosent hetta seinasta árið.
Hagstovan sigur, at tað serliga er prísurin á kjøti og breyði, sum er hækkaður.
Íbúðarneyðin er stór, serliga í høvuðstaðarøkinum, men prísir á at fáa sær tak yvir høvdið er ikki hækkaður meiri enn 0,4 prosent. Men í hesum sambandi er tað hent, at útreiðslurnar til rentur eru lækkaðar heili seks prosent, men afturfyri er prísurin á at halda og røkja bústaðin, hækkaður trý prosent.
Ein annar prísur, sum ger stóran mun hjá vanliga húsarhaldinum, er prísurin á brenniolju, men hann er 3,5 prosent lægri í dag enn hann var fyri einum ári síðani, sigur Hagstovan.