Dóra fekk sítt ynskiskamar

Dóra er tannáringur og býr í Kollafirði. Tá ið hon yvirtók myrkabláa kamarið hjá beiggjanum, fekk hon ráðgeving frá Lindu Laksáfoss, dekoratøri, við í keypinum.

Áðrenn Linda Laksáfoss fekk fríar teymar í nýggja kamarinum, fekk hon boð um, at støðið skuldi takast í einari grønari og turkislittari pútu, sum Dóra segði seg vera so glaða fyri.

– Tað er so nógv lættari at hjálpa fólki, sum nøkulunda vita, hvat ið teimum dámar og ikki dámar.

– Og unga Dóra var deiliga avgjørd, tá ið vit fóru í býin at keypa til kamarið saman við mammuni, sigur Linda, sum er útbúgvin dekoratørur og arbeiðir sum innrættingarkonsulentur við síðuna av arbeiðinum sum lærari í Klaksvík.

Dóru dámar sera væl ítrótt og gongur til flogbólt, og tí valdi Linda at gera eitt ítróttatema í kamarinum, millum annað við bóltum, heiðursmerkjum og einari heimagjørdari Nike-lampu. n