Nýggj hagtøl vísa, at húsaprísurin í Danmark hækkaði umleið 20 prosent í fjør, og tað er tað mesta, síðani farið varð undir at skráseta prísirnar fyri ellivu árum síðani, skrivar Ritzau.
Ein orsøk til hækkingina er, at lutfalsliga færri hús vóru til sølu í fjør enn í 2004, men ein onnur orsøk er, at fólk hava havt meiri pengar at ráða yvir, samstundis sum rentan hevur verið í botni.
Serfrøðingar eru á einum máli um, at príshækkingin fer at standa við í 2006, men at hon verður ikki so stór sum í fjør. Teir flestu vænta, at hækkingin verður umleið 10 prosent í 2006, men summir vænta, at hon verður nakað minni.










