TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Dánjal á Lakjuni, sum var fremsti maður hjá ÍF, tá ÍF fyrr í dag á heimavølli spældi javnleik 0-0 ímóti HB.
Dánjal á Lakjuni meinar avgjørt, at Dánjal Pauli Lervig hjá HB gjørdi brotsspark ímóti honum, tá hann tók beinini undan honum. Dánjal á Lakjuni heldur, at Kári J. á Høvdanum átti at givið ÍF brotsspark í støðuni. Og tá dómarin ikki gav ÍF brotsspark, hví gav hann so ikki Dánjali gult kort fyri film? Hendan spurningin stríðist Dánjal á Lakjuni at fáa svar uppá.
Dánjal á Lakjuni iðrar seg eisini um skotið ímóti HB-málinum, har hann rakar stongina. Hann meinar avgjørt, at hann átti at tryggjað ÍF sigurin við tí málmøguleikanum.
Nú ætla teir í ÍF at hevna 0-4 tapið ímóti KÍ í fjórðingsfinaluni í Fuglafirði fyri júst einum ári síðani.