Í kvøld spælir Dánjal á Neystabø Aalborg. Konsertin er partur av einari sokallaðari tour, har Dánjal spælir í Danmark, Týskland og Svøríki. Tilsamans er talan um omanfyri 20 konsertir, sum Dánjal skal hava í hesum londunum í samband við, at fløgan »The Bubble« er komin á marknaðin.
Konsertin í kvøld verður í Studenterhuset í Aalborg og byrjar klokkan 22.00. Í morgin spælir Dánjal í Randers og sunnudagin gongur leiðin til Randers.
Fløgan »The Bubble« hevur fingið ógvuliga góð ummæli, millum annað hava ummælarar hjá Gaffa sagt, at fløgan er á skelkandi høgum støði.