Í dag fyllir Dánjal Petur Højgaard, studentaskúlalærari og granskari, 60 ár.
Slitið sínar barnaskógvar hevur hann í Rituvík, har fedrarnir við haka í hond ruddu bygdini slóð. Pápin, Andreas Højgaard, doyði fyri tveimum árum síðani.
Momman, Fríðbjørg, er ættað av Hvítanesi. Tey, sum vitjað hava í Rituvík, vita, at blíðari og fittari fólki skal tú leita leingi eftir.
Dánjal Petur er elstur av átta systkjum, sum øll eru skilafólk.
Einaferð í 1970 árunum stóðu tvey ung í hvørjum fríkorteri og fjeppaðust á millumgongini í studentaskúlanum í Hoydølum.
Nógv vatn er runnið í havið síðan tá! Nú hava tey búð í Søldarfirði í ein mansaldur, Dánjal Petur og Anne Mia úr Lamba. Dótturin, Arnfríð, er komin væl undan - hon breður ikki úr ætt.
Okra vegir bóru saman í Odense, har Dánjal Petur gekk á lærda háskúlanum um somu tíð sum undirritaði. Har løgdust lunnar undir akademiska gransking á høgum støði. Í Føroyingafelagnum á Fjóni var hann ein eldsál. Ikki minst tá ið farast skuldi upp á gólv!
Seinri gjørdust okur samstarvsfelagar í smáu, men hugnaligu hølunum í Studentaskúlanum Við Gøtugjógv. Og so tá ið nýggi studentaskúlin varð bygdur í Kambsdali. Í mong ár undirvísti Dánjal Petur eisini á Hf-skeiðinum í Klaksvík. Altíð fúsur at kveikja hugin hjá næmingunum at kanna og granska. Hvør minnist ikki Hf-bátin, "Calanus", ið sum ein annar "Beagle" gjørdi rannsóknarferðir norðuri í Vági? Tá var rokan í fjøruni!
Tað er ikki smávegis, sum hann hevur latið úr hondum! Lærdar ritgerðir um sníkar í fiski, hvali, um kombikk, smákykt, seyðakyrring og mangt annað, sum nørist í ríku nátturu okkara. Tíðarritini Frøði og Varðin vísa, hvussu víðskygdur hann er í sínum virksemi. Eitt skiftið hevur hann eisini verið formaður í Fróðskaparfelag Føroya.
Skyldmenn eru okur báði í faðir- og móðirætt. Nøkur ættarlið afturi í tíðini finna okur brøðurnar Símun og Niklas Uttan Geil úr Sumba, sum fluttu norður eftir. Inger Jóhonnu Mortensdatter úr Sjúrðhúsi í Vági, sum giftist á Dunga í Sumba. Og Jørgen Davidsen á Nesi, sum var langommubeiggi mín.
Fornur er Dánjal Petur sum fáur og trúgvur sum trøllið. Kjølfestur í gomlu føroysku mentanini. Stillur er hann í medferð við sínum skemtiliga lyndi. Heiður og viðurkenning hevur hann fingið langt út um skúlagátt og landoddar! Riddarakrossin fekk hann frá Hennara Hátign, Drottningini, í 2005!
At Dánjal Petur fyllir sjálvan ST-dagin, er sera hóskandi, tí hann er eitt virðiligt umboð fyri tær hugsjónir, sum ST myndar.
Heilur og sælur skyldmaður!
Altíð vísur og røkin.
Lukkukvøður norður um fjørð!
Ì skótahúsið við Løkin.
-----
Frændi sunnan av landi