Tveir føroyingar eru uppstillaðir til Danish Music Awards - Folk í ár. Talan er um Dánjal á Neystabø og Stanley Samuelsen.
Dánjal er uppstillaður til:
Bestu fløgu, The Bubble
Besta lag, "Bring Me Along"
Besta sangskrivara
Ársins talent
Besti live kunstnari
Og Stanley er uppstillaður til:
Besta lag, Um eg kundi kvøðið
Besti live kunstnari :
"Besti live kunstnari" verður kosin við at fólk atkvøða. Í hesum bólki eru bæði Dánjal og Stanley uppstillaðir.
Til ber at geva einum teirra tína atkvøðu her, tað er skjótt og einfalt:
www.surveymonkey.com/s/livekunstner
Seinasta freist at atkvøða er í morgin 15 nov.









