Hann plagdi at vera festligi klaverboksarin í Tangz, ið onkuntíð reistist frá klaverinum og rappaði, nú debuterar Dánjal á Neystabø undir egnum navni.
Fríggjadagin 8. juni klokkan 21.00 fara Dánjal á Neystabø, Angelika Nielsen, Andreas Markus, Ulrik Brohuus, Annika Jessen, Búi Dam at á pall á tjóðpallinum. Konsertin á Asfalt verður debut konsert hjá bólkinum.
Dánjal leggur stóran dent á tekstin, sum ofta ber brá av ironi mótvegis trongskygdari vesturlendskari veruleikauppfatan. Sum áhoyrari fær ein hug at smílast - við ringum smakki í munninum. Teksturin verður framborin á ein frágreiðandi hátt, fylgisspældur av fólkaligum melodiskum tónum frá tónleikarum úr Føroyum, Danmark og Svøríki.
Stílin nevna tey ?etnoclash?, tí tað er ein sammanrenning av fólkatónleikaligum upprunum, eitt nú tí føroyska, balkan og tango.
Tónleikurin er energiskur, villur og sorgblíður, og hann miðar móti at raka nervar. Áðrenn Asfalt ber til at lurta á Myspace.com/danjalmusic.










