Tað er staðfest, at ÍF fær minst silvur, sum er besta úrslitið hjá ÍF síðani 1979, men tað er ein fátøk troyst hjá fuglfirðingum, sum í dag mistu oddasessin til EB/Streym aftaná málleysan javnleik ímóti B68 á Toftum.
Dánjal á Lakjuni iðrar seg um allar teir brendu møguleikarnar hjá ÌF, men hann ásannar samstundis, at Hans Jørgensen í B68-málinum spældi ein branddyst.
Dánjal á Lakjuni trýr uppá, at B68 eisini kann taka stig frá EB/Streymi á Toftum um eina viku, samstundis sum ÍF kann endurvinna oddasessin við einum sigri í Vági ímóti FC Suðuroy.
Samrøðan við Dánjal á Lakjuni í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 kann hoyrast undir greinini her.