Dánjal hevur útgávukonsert á G!

Fyrr í ár kom nýggja fløgan hjá Dánjal út.

 

Fløgan eitur "The Bubble" og er næsta fløgan eftir “The Palace”, sum fekk nógv góð ummæli og sum varð í uppskoti til Danish Music Award.

 

“The Bubble” hevur eisini fingið sera góð ummæli. Gaffa gav eitt ný fløguni 5 stjørnur við orðum sum "Mesterligt af Dánjal" og "rystende højt niveau".

 

"The Bubble" kom á evropeiska marknaðin 1. februar í ár, og bólkurin hevur verið sera virkin í Evropa síðani við upp móti hálv hundrað konsertum seinasta hálva árið.

 

Fríggjakvøldið klokkan 20.00 spælir Dánjal á Sandinum á G. Hetta er fyrsta konsertin hjá ”Dánjal” í Føroyum síðani "The Bubble" kom á marknaðin. So framførslan á G! verður eisini eitt slag av útgávukonsert.

 

Hoyr staklagið "Blow the Bubble" hjá Dánjal omanfyri.