Dánjal fyri seinastu ferð í Keypmannahavn

Bólkurin hjá Dánjali spælir sína seinastu konsert í Keypmannahavn á hesum sinni.

 

Skeivu balkantónarnir frá nýggju fløguútgávuni The Bubble verða at hoyra í kvøld kl. 22.00 til Balkan Beat Party á Village Disco Extravanza , sum liggur á Stengade 18 á Nørrebro.

 

Magafon og DJ Gulliver spæla eisini til tiltakið.

 

Bólkurin Dánjal fer víðari til Týsklands á konsertferð síni í samband við nýggju útgávuna The Bubble, sum hevur fingið avbera góð ummæli. Danska heimasíðan www.diskant.dk ummælti fløguna fyrr í vikuni: “Dette album emmer tykt af humør, glæde og dybde og kunstnerisk integritet.” vóru millum rósandi orðini.

 

Leinkja til Facebook: www.facebook.com/events/225514310875408/