Dánjal er komin heimaftur til ÌF

Evropeiska avbjóðingin ímóti Linfield FC í Europa League, og eitt oddastríð í effodeildini er meira áhugavert, enn óvissan um regluliga spælitíð í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini, gjørdu tað áhugavert hjá Dánjali á Lakjuni at venda heimaftur til barndómsfelagið í Fuglafirði.

 

Dánjal undirstrikar kortini, at hann er glaður fyri hálva árið í Íslandi, og tey vinarløg hann hevur fingið í Íslandi, og at hann og Leiknir skiljast í besta forstáilsi.

 

Um øll tey neyðugu loyvini koma í rætt lag, kann hann eisini spæla við í Europa League, har hann skjeyt fyrsta evropeiska málið hjá ÍF nakrantíð í móti íslendska KR Reykjavík.

 

Dánjal hevur spælt 104 dystir og skotið 18 mál í bestu deildini – allar fyri ÍF.

 

(Mynd : if.fo)