Dánjal á Copenhagen Jazz Festival

Í kvøld luttekur Dánjal á Neystabø á Copenhagen Jazz Festivali. Hann framførir á Københavns Hovedbibliotek frá kl. 20 til 22.

Um Dánjal og tónleikarar hansara verður m.a. sagt, at Dánjal hevur servalt sær 7 kongaligar tónleikarar úr myrku hornunum í Skandinavia. Klarinett, violin, el-guitarar; tað er vilt og stundum skirviligt og nær, kryddað við vikomandi tekstum.

Dánjal hevur verið í uppskoti til DMA hiðursløn og ummælarar hava róst Dánjali. Hann hevur verið á tónleikaferð í Europa, og væl hevur gingist, og nú er stundin komin at hoyra Dánjal og vinfólk í Keypmannahavn.