Dánjal Andreasen dygga undirtøku

Kommunuvalið

Í Leirvíkar kommunu var bert ein listi til valið hesaferð. Tilsamans 10 valevnir vóru á listanum. Ovastur endaði Dánjal Andreasen við ikki færri enn 88 atkvøðum, ið má sigast at vera eitt ógvuliga gott val og stór álitisváttan.
Atkvøðurnar fullu annars soleiðis: Listin (4), Dánjal Andreasen (88), Fríðgerð Heinesen (66) Poul Andrias Joensen(64), Ólavur Sjúrðarberg (60) Jóhan Christiansen (58), Joen Magnus Rasmussen (56), Randi í Jógvanstovu (50), Allan Norðgerð (41), Hansa á Húsamørk (32) og Jan Dam Vang (22).
Sjey av teimum, sum høvdu flestar atkvøður, manna nú bygdarráðið í Leirvík; tey eru Dánjal, Fríðgerð, Poul Andrias, Ólavur, Jóhan, Joen Magnus og Randi.
Sjúrður Eliasen, sum var borgarstjóri í undanfarna bygdarráði, stillaði ikki uppaftur á valinum hesaferð. Tað gjørdu Tórhild Bjarkhamar, Guðrið Lava Olsen og Tummas Justinussen heldur ikki.
Á valinum seinast varð Sjúrður Eliasen valdur við 92 atkvøðum.

Ovfarin

Í stuttari viðmerking, sigur Dánjal Andreasen, sum nú varð fyrstvaldur á listanum, at hann er ovfarin av valinum og tí dygga stuðli, sum leirvíkingar hava veitt honum.
- Eg eri sera takksamur fyri hetta stóra álit, sigur hann.
Dánjal var uppstillaður til kommunuval í Leirvík einaferð í áttatiárunum, men hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at hann hevur verið á lista til bygdarráðsval.