Hevur Jákup Mørkøre í sínum starvi verið illoyalur og ólýðin móti politisku skipanini í sínum starvi sum sjúkrahúsleiðari, ella hevur hann bert røkt sína skyldu?
Hetta er spurningurin, sum Jørgen B. Petersen, dómari, skal taka støðu til innan 13. februar, tá hann skal fella dóm í rættarmálinum millum fyrrverandi sjúkrahúsleiðaran og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.
Jákup Mørkøre hevur stevnt Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing í sambandi við, at hon segði honum úr starvi sum sjúkrahúsleiðari við teimum grundgevingum, at hann var ólýðin og illoyalur, eftir at hann í Sjónvarpinum hevði boðað frá, at sparingar á fíggjarlógini fóru at hava við sær hópuppsagnir á Landssjúkrahúsinum.
Skyldur og fræsli
Trætan millum Helenu Dam á Neystabø og Jákup Mørkøre snýr seg í stuttum um, hvøjar skyldur og hvussu stórt fælsi ein almennur sjúkrahúsleiðari hevur sum embætismaður.
Helna Dam á Neystabø heldur, at Jákup Mørkøre hevur verið ólýðin móti henni, sum politiskum myndugleika, tá hann í miðlunum hevur gjørt viðmerkingar til játtanina á fíggjarlógini til Landssjúkrahúsið.
Fyrstu ferð, Helena Dam á Neystabø heldur Jákup Mørkøre hava verið illoylan móti sær, var, tá hann í Dimmalætting í august 1998 segði, at Landssjúkrahúsið hevði fingið 15 milliónir krónur ov lítið játtaðar til rakstur á fíggjarlógini. Aðru ferð var, tá Jákup Mørkøre í oktober 1999 í Sjónvarpinum boðaði frá, at sparingar á Landssjúkrahúsinum fóru at hava við sær hópuppsagnir.
Men Jákup Mørkøre heldur ikki, at hann hevur verið ólýðin móti politisku skipanini. Hann vísir á, at hann allatíðina hevur hildið sínar skyldur. Útmeldingarnar um, at sparingar fóru at føra til uppsagnir vóru eftir hansara tykki alt annað enn illoyalar. Eftir hansara fatan, gjørdi hann ikki annað, enn at kunna um tær fylgjur, sum tað fekk fyri Landssjúkrahúsið, at hann helt seg innan fyri játtanina.
Fyri at próvføra grundgevingarnar, fóru báðir partar niður í smálutir í samskiftinum á Landssjúkrahúsinum og í Almanna- og Heilsustýrinum ta tíðina, Jákup Mørkøre sat sum sjúkrahúsleiðari. Í hesum samandi vóru eisini fleiri embætisfólk kallað inn sum vitni. Advokatarnir hjá báðum pørtum royndu at fiska eftir øllum hugsandi smálutum, og tað kom fleiri ferðir fyri, at dómarin heitti á advokatarnir, um at halda seg til tað, sum hevði týdning í málinum.
Politikarin hevur valdið
Undir proseduruni, sum var eftir náttura fríggjakvødið, royndi Bjørn á Heygum, advokatur hjá Jákupi Mørkøre, at sannføra dómaran um, at Jákup Mørkøre hevði frælsi at úttala seg, og at hann aldri hevði tikið nakra avgerð, ið var illoyal móti landsstýrismanninum. Tí helt Bjørn á Heygum, at tað var rætt at døma Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing. Ein uppsøgn, har Jákup Mørkøre var skýrdur at vera illoyalur, var nevniliga ógvuliga tyngjandi fyri Jákup Mørkøre.
Jógvan Páll Lassen, sum var advokatur hjá Helenu Dam á Neystabø, vísti á, at uppsøgnin aldri var send út alment, men at tað var Jákup Mørkøre, sum sjálvur hevði almannakunngjørt hana.
Harafturat vísti Jógvan Páll Lassen á ymsikar løgfrøisligar tulkingar av skyldunum hjá embætismonnum móti politisku skipanini. Hesar tulkingar vístu heilt greitt, at embætismenn hava skyldu at tæna politiska myndugleikanum, og skulu tí ikki koma út við ógvusligum útsagnum, sum kunnu skaða politiska myndugleikan.
Talan er um eitt ógvuliga torskilt mál, og tí ber ikki til at siga, um grundgevingarnar í rættinum fríggjadagin vóru til fyrimuns fyri nakran av pørtunum. Men 13. februar fæst at vita, um Føroya Rættur gevur Jákupi Mørkøre viðhald í ákærunum móti Helenu Dam á Neystabø.
Jákup Mørkøre krevur í fyrsta lagi, at Helena Dam á Neystabø verður dømd fyri ærumeiðing og í ørðum lagi, at hon verður dømd at viðurkenna, at Jákup Mørkøre hvørki hevur verið ólýðin ella illoyalur.