So leingi vit hava verandi skipan innan føroyskan ítrótt, so kann eingin seta seg yvir ítróttardómstólin.
Somikið avgjørdur er Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, tá hann verður spurdur, hvørt FSF hevur heimild til ikki at vilja góðkenna ítróttardómstólin.
Og hann er skjótur at leggja afturat, at tað bara er dómstólurin sjálvur, sum ger av, hvørji mál skulu takast upp.
Tað er nevndin í hesum, sum púra suverent ger av, hvørji mál verða tikin upp. Ein og hvør limafelag ella persónur hava rættin at kæra. Men tað er dómstólurin sjálvur, sum ger av, hvørji mál verða viðgjørd, sigur Heðin Mortensen, sum í løtuni er staddur uttanlands, og sum tí enn ikki hevði sett seg í allar smálutir í mállinum.