Dómsnevndin hevur valt 21 løg

12 fólk hava lurtað øll 124 løgini, ið komu inn í sambandi við sangskrivarakappingina hjá Atlantic Music Event, og valt tey 21 bestu løgini., ið ein útlendsk dómsnevnd nú skal atkvøða um.

Tíðindaskriv
Ame.fo

Tann føroyska dómsnevndin var mannað av hesum 12 fólkum: Niels Halm, Hergeiri Eldevig, Annu Katrinu Petersen, Kaj Johannesen, Jón Tyril, Sólvá Ford, Gissi Paturssyni, Píl Reinert, Lindu Petersen, Steintóri Rasmussen, Høgna Zachariasen og Elini Hentze

Tey hava lurtað alt tilfarið ígjøgnum og hvør í sínum lagi valt tey 20 løgini, sum tey persónliga halda eiga at koma víðari. Løgini eru vald í tilvildarligari raðfylgju. Ætlanin var síðan at umleið 15 tey bestu uppskotini skuldu fara víðari til útlendskar dómarar at døma í millum. Men av tí, at fleiri av løgunum fingu líka nógvar tilnevningar blivu tað, tá ið avtornaði 21 sangskrivarar, sum fóru víðari til teir útlendsku dómararnar at velja ímillum. Um onkur hevði sent inn 2 uppskot, er tað tað uppskotið, sum hevur fingið flestar atkvøður, ið er farið víðari.

Útlendsku dómarnarnar eru fólk ið dagliga arbeiða tónleiki, journalistar, tónleikarar, plátufeløg og onnur. Dómarnir koma úr ymsum Norðurlondum og onkur er eisini úr Stóra Bretlandi. Allir tekstirnir verða týddir til enskt soleiðis, at dómarin hevur møguleika eisini at skilja, hvat sungið verður um.

Í sambandi við handanina spælir Jensina Olsen, ið vann Singer/songwriter kappingina hjá Hafina Lounge í 2006 í Norðurlandahúsinum.

Úrslitið av Sangskrivarakappingini verður kunngjørt í Norðurlandahúsinum, hósdagin 22. mars. Afturat upprunaliga vinningum á 50.000 kr., hevur Mentamálaráðið játtað at lata aðrar 50.000 kr. til Sangskrivarakappingina.

Tí er avgjørt at lata vinnarinum 75.000 kr., nummar 2 fær 20.000 kr. og nummar 3 fær 5.000 kr. Peningurin er oyramerktur til eina tónleikaframleiðslu.