Dømi um av leiðingarnar, tá persónur uttan evni og neyðugan moral fær vald

Eg havi við undran fylgt við í tíðindaflutninginum í sambandi við samráðingarnar millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálastýrið um nýggjan sáttmála fyri skipini hjá Strandfaraskipum Landsins.
Serliga havi eg bitið merki í arbeiðsháttin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, har hann alla tíðina hevur roynt at staðið fram sum tann rættvísi, samstundis sum hann við lygisøgum hevur svertað samráðingarmótpart sín til.
Veruleikin er tó tann, at hesin maður hevur alla ábyrgdina av, at samráðingarnar drógu út og eingin semja fekst fyrr enn fyri nøkrum vikum síðani.

Tjóðveldisflokkurin og fakfelagsrørslan
Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin víst ein so vanvirðisligan hugburð mótvegis føroysku fakfelagsrørsluni, at tey flestu fakfelagsfólk hava verið á einum máli um, at Fíggjarmálastýrið undir leiðslu hansara ongantíð áður hevur víst so lítlan vilja at taka upp veruligar samráðingar við føroysku fakfeløgini.
Tjóðveldisflokkurin, sum Karsten Hansen umboðar, hevur nærum uttan undantak stuðlað hesum fakfelagsfíggindaliga politikki, og føroyingar eiga at leggja sær í geyma, at flokkurin, sum einaferð segði seg vera flokkin hjá verkamannafjøldini, í dag helst er størsti fíggindi hjá vanliga føroyska løntakaranum.
Ikki tí at hetta kann koma óvart á føroyingar, tí flokkurin hevur farnu 4 árini víst at hann bert hugsar um loysingina, og als ikki hevur áhuga fyri vanliga føroyinginum og hetta ger, at ein maður sum Karsten Hansen fær loyvi at føra sítt stríð móti vanliga føroyska løntakaranum.

Moralurin hjá Karsten Hansen
Tá ein persónur, sum ongantíð hevur skarað framúr intellektuelt harumframt tørvar neyðugan moral, so kann hetta ikki annað enn vísa seg aftur sum ótespuligar avleiðingar, tá hesin persónur fær litið upp í hendi at stýra einum týðandi parti av føroysku umsitingini.
Tá samráðingarnar vóru av og nýggjur sáttmáli var undirskrivaður um skipini hjá Strandfaraskipum Landsins, so væntaðu flest øll, at nú var friður, men soleiðis vildi Karsten Hansen ikki hava tað. Hann fer 17. mai í Fregnir og svertar samráðingarnevndina hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag til, og ikki nokk við, at hann í sera niðurgerandi orðingum viðgerð farnu samráðingarnar, men hann dregur eisini heilt óviðkomandi viðurskifti upp í útspillingarher-ferð sína.
Hetta vísir malska støðið hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni.
Eg kann í hesum sambandi vísa til sera avdúk-andi greinina, sum nevndin í Føroya Arbeiðarafelag herfyri hevði í bløðunum, har nevndin vísir á tann ágang, sum hesin politikari hevur fram móti fakfeløgunum, men tíverri hava hini fakfeløgini alt ov leingi tagt og harvið fær Karsten Hansen loyvi til at halda fram við sínum óndsinnaðu álopum á føroysku fakfeløgini.

Brimil, Teistin og fútarætturin
Hóast Karsten Hansen í fjølmiðlunum hevur róst sær av, at fá verkfall hava verið í hansara tíð sum fíggjarmálaráðharri, so vísir veruleikin eina heilt aðra mynd av avleiðingunum at hava henda mann sitandi sum fíggjarmálaráðharra.
Hvør hevði ábyrgdina av, at Brimilsmálið varð lagt fyri Løgtingi?
Hvør hevði ábyrgdina av, at málið um Teistin nærum var endað í Løgtinginum?
Hvør hevði ábyrgdina av, at almenni arbeiðsgevaraparturin fór at brúka danska fútarættin sum vápn móti føroyskum fakfeløgum?
Jú, tað var Karsten Hansen, sum hevði ábyrgdina av hesum ódámligu stigum mótvegis fakfeløgunum, og hetta eru bert dømi um beinleiðis ágang hansara.

Prísturin fyri at verja rættindi hjá limum sínum
Hóast nær í ætt við formannin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, so hevur hann ongantíð grett orð við meg um samráðingar sínar við Fíggjarmálastýrið og enn minni hevur hann nakrantíð grett orð um tann prís, sum eg veit at hann hevur goldið fyri at verja rættindini hjá limunum í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Sum tann yvirmaður sum hevði hægsta starvsaldur á Vaktar & Bjargingartænastuni var tað sjálvsagt, at formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag átti at havt fingið tilboð um at gerast skipari umborð á nýggja vaktar- og bjargingarskipinum Brimil.
Mær er eisini sagt, at ætlanin var at hann skuldi gerast skipari á Brimli.
Tað var tó áðrenn samráðingarnar um lønarásetingarnar fyri Brimil veruliga vóru byrjaðar.
Brimilsmálið endaði jú í Løgtinginum, og tað skal ikki nógv hugflog til fyri at duga at síggja samanhangin millum Brimilsmálið, har formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag manniliga vardi áhugamálini hjá limum sínum, og so ta sannroynd, at hesin sami yvirmaður, við longsta starvsaldri á stovninum, ikki slapp umborð á Brimil.
Vit kunnu bert hugsa okkum tann leiklut, sum Karsten Hansen hevur í hesum máli, men neyvan er nógv at ivast í, at tætt samband er og hevur verið millum umsitingina í Fíggjarmálastýrinum og umsitingina í Fiskimálastýrinum, eisini tá Brimilsmálið varð viðgjørt av myndugleikunum.
Eg eri tó sannførd um, at formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag ikki letur seg nerva av slíkum ágangi á hansara persón, men henda ódámliga søga sigur ikki so lítið um rættartrygdina hjá vanliga føroyinginum, tá tað eru Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum ráða fyri borgum.

Fakfeløgini mugu standa saman móti verandi fíggjarmálaráðharra
Næstu ferð kann tað verða tú ella eg, sum verða rakt av ódámliga umsitingarháttinum hjá verandi samgongu, og tí vil eg inniliga heita á øll føroysk fakfeløg um alment at tala at hesari mannagongd, sum Karsten Hansen er størsti forsprákarin fyri.
Bert við at avdúka og tala at áganginum móti føroysku fakfeløgunum og við at standa saman kunnu vit steðga hesum ódámliga ráki í samfelag okkara, her munur verður gjørdur á teimum, sum bert tosa Fíggjarmálastýrinum eftir munninum, og teimum, sum sakliga arbeiða fyri sjónarmiðum sínum.