Dømdur fyri innbrot framt í 2013

Ein maður varð í Føroya rætti í dag dømdur sekur fyri eitt innbrot, viðkomandi gjørdi sjálvur triðji í 2013.

 

Eitt kvøldið brutu hann og tveir vinmenn inn í døgnkioskina Non-stop á Vestaru Bryggju í Havn. Ílatnir maskur og hettur, brutu teir rútin inn í kioskina og síðani rútarnar á automatunum, sum har stóðu og fóru avstað við sodavatn og slikk.

 

Maðurin játtaði seg sekan í ákæruni. Av ymsum orsøkum hevur tað tikið drúgva tíð at viðgera málið og ímeðan eru aðrar ákærur lagdar afturat. Maðurin bleiv tí eisini dømdur fyri brot á ferðslulógina í samband við eitt ferðsluóhapp á Argjahamri í 2014, umframt at hann var funnin sekur í at hava 0,7 gramm av amfetamin á sær eitt kvøldið í 2016.

 

Ákærdi fekk so 20 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri innbrotið, umframt at hann má rinda Trygd smáar 15.000 krónur í endurgjaldi. Dómurin er treytaður í eitt ár.

 

Maðurin fekk eisini 2.000 krónur í bót tilsamans fyri ferðsluóhappið og brotið á rúsevnislóggávuna.

 

Dómarin viðmerkti, at hóast maðurin er dømdur áður, av tí at lógarbrotið lá so langt aftur í tíð, vóru revsingarnar nakað linari enn vanligt. Tó var brotið á rúsevnislóggávuna somikið nýtt, at har er revsingin so gott sum full.

 

Vinmenninir eru áður dømdir fyri innbrotið og fingu teir eisini 20 daga treytaða fongsulsrevsing.