Dømdir 9 og 7½ ára fongsul

Hægstirættur í Íslandi hevur dømt ein 48-ára gamlan íslending í 9 ára fongsul og ein 71-ára gamlan hállending í 7½ ára fongsul, fyri at hava smuglað sterk rúsandi evni til Íslands við Norrønu. Tað var 10. juni í fjør, at tollvaldið á Seyðisfirði fann 192 kg av hash og 1,3 kg av kokain í einum húsbili, sum kom til Íslands við Norrønu, sum kom úr Føroyum. Samlaða virðið á fonginum, sum tollvaldið legði hald á, varð mett til 25 mill. kr.

Tað kom fram í dóminum, at íslendingurin í 2005 hevði fingið dóm í Spaniu, fyri líknandi beistagerð, tá varð hann dómdur 3 ár og 9 mánaðir handan tremmurnar, skrivar Morgunblaðið.