Dámdi landsstýrismanninum ikki familjuna

Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, spurdi løgmann um hann heldur at Poul Michelsen er gegnigur at umsita matvørulógina, tá ið ein aðalstjóri ikki fekk starv orsaka av familjubondum

Rættuliga hvast var orðaskifti um setanina av nýggjum aðalstjóra í vinnumálaráðnum.

 

Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, helt tað var ógvusligt, at ein umsøkjari ikki fekk starv, tí landsstýrismanninum ikki so fekk arbeitt vegna familjubond.

 

-Kann løgmaður so hava álit á, at landsstýrismaðurin við vinnumálum umsitir til dømis matvørulógina, tá ið hann sjálvur hevur arbeitt á júst tí økinum sjálvur, segði Jørgen Niclassen.

 

Jacob Vestergaard staðfesti, at tað ikki er í lagi, tá ið ein persónur, sum er góðkendur av setanarnevndini verður vrakaður, tí viðkomandi hevur ættarbond við vinnulívsfólk.

 

Løgmaður segði, at ongar ætlanir eru um politiska setanir, men tað er júst tað sum hendir, segði jacob Vestergaard.

 

-Nú má ættartalvan leggjast við, tá ið ein søkir starv í almennu fyrisitingini, segði Jacob Vestergaard.