Dómarin vildi ikki hoyra um racismu

Michael Wiener, týskur fótbóltsdómari, er í øllum førum ein av teimum, sum veruliga vil gera nakað við trupulleikan við racistiskum rópum móti spælarunum. Leygardagin spældu Aachen og Gladbach í Bundesliguni við Weiner sum dómari. Heimaáskoðararnir róptu støðugt háandi róp móti Kahé hjá Gladbach. Weiner gjørdi skjóta prosess, og so máttu áskoðararnir finna seg í, at eingin dystur varð spældur á hesum sinni. Nýggjur dystur verður ásettur, og so fæst at vita, hvørt áskoðararnir til ta tíð duga sær betri hógv.