Hóskvøldið klokkan 19.45 spæla Føroyar Nations League dyst móti Malta á Tórsvølli.
FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.
Tað verður 38 ára gamli ungarski dómarin, Ádám Farkas sum skal døma dystin.
Ádám Farkas er ikki ókunnugur við Føroyar. Í fjør dømdi hann Europa League dystin millum HB og norðurírsku Linfield 23. juli í fjør. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og Ádám Farkas gav tvey gul kort hendan dystin.
Ádám Farkas hevur dømt í bestu ungarsku fótbóltsdeildini síðani 2009.
Ádám Farkas hevur verið altjóða dómari síðani 2015, og hann hevur dømt meir enn 30 altjóða dystir, so tað er ein hampuliga royndur dómari sum skal leiða dystin millum Føroyar og Malta komandi hóskvøld.
Føroyar - Malta:
1. dómari: Ádám Farkas (HUN)
Hjálpardómari: 1: Balázs Szert (HUN)
Hjálpardómari: 2: Theodoros Georgiou (HUN)
4. dómari: Ferenc Karakó (HUN)
UEFA Dómaraeygleiðari: Bertrand Layec (FRA)
UEFA Umboðsmaður: Per Eliasson (SWE)










