Dómarin í rokdysti fingið munnkurv

Mest umtalaði maðurin í fótbóltsheiminum í dag hevur fingið boð um einki at siga um rokdystin millum Chelsea og Barcelona í gjarkvøldið. Norski fótbóltsdómarin Tom Henning Øvrebø er helst mest umtalaði maðurin í altjóða fótbólti í dag.

Í gjárkvøldið dømdi hann hálvfinaluna millum Chelsea og Barcelona í London, og har var hann av álvara í andgletti. Spælararnir hjá Chelsea kendu seg snýttar fyri fleiri brotsspørk, og tá ið Chelsea í seinastu løtu misti finaluplássið í kappingini, tí Barcelona skoraði, vóru fleiri spælarar hjá Chelsea í øðini inn á dómaran.

Álopsspælarin Didieer Drogba var frá sær sjálvum og var sera hóttandi ímóti dómaranum. Og sjálv siðiligi venjarin Guus Hiddink segði á tíðindafundi, at Chelsea kendi seg snýtt av dómaranum.

Enska blaðið The Sun skrivar í morgun, at norski dómarin eftir dystin viðurkendi mótvegi UEFA-fólki, at hann hevði gjørt avgerandi mistøk í sínari døming.

Í einum sms-boðum til norska Dagbladet sigur Tom Henning Øvrebø, at UEFA hevur biðið hann einki siga um dystin fyribils.

Roknað verður við, at dysturin fær eftirspæl. Dómarin kann verða lagdur á ís fyribils, og Drogba er í vanda fyri at fáa eitt longri leikbann fyri sín atburð eftir dystin.