Dómarin frá Landskrona í 1990

Seinnapartin fer fyrrverandi norski, altjóða dómarin at fortelja hvussu tað var at døma dystin millum Føroyar og Eysturríki í Landskrona tann 12. september í 1990.

 

Egil Nervik ansaði væl eftir, at hann ikki dømdi nakað skeivt, tí hann innsá tíðliga í øðrum hálvleiki, at hann var partur av einari stórari søguligari ítróttarhending.

 

Í seinnapartssendingini, sum verður millum klokkan 15.10 og 17 á Rás2, fer Egil Nervik at greiða frá tí kanska mest serliga dystinum hann dømdi, sum dómari á hægsta støði.