Dómarin er úr Turkalandi

Hetta er fyrsta ferðin, at hann er 23. maður á vøllinum í undankappingardysti

Klokkan 19.45 er fyrsta bríksl í Bukarest, har Rumena hevur vitjan av Føroyum í EM undankappingini.

Dómarin er úr Turkalandi. Hann eitur Halil Umut Meler og er úr Turkalandi.

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Halil Umut Meler er dómari í undankappingardysti.

Hann er í dystarvenjing, tí í hesum kappingarárinum hevur hann verið 24 ferðir á vøllinum.

Hann hevur royndir í altjóða fótbólti, men hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann dømir í Europa undankappingardysti fyri landslið.