Dómari fekk gásarhold av Guðrun

Guðrun Sólja Jacobsen sang seg fríggjakvøldið í stóru og endaligu finaluna í sangkappingini Stjørna í eitt kvøld. Hon fær harða kapping í finaluni fríggjakvøldið

Tað verða størstu profilarnir í sangkappingini Stjørna í eitt kvøld, sum fríggjakvøldið fara at kappast í endaligu finaluni í kappingini.
Hetta er seinastu ferð, at kappingin verður hildin, og nú tann seinasta finalan ? endaliga uppgerðin, sum DR kallar ? verður á skránni, verður ein føroysk songkvinna millum finalistarnar.
Guðrun Sólja Jacobsen var við í hálvfinaluni fríggjakvøldið, og hon var ein av teimum trimum, sum fólk vildu síggja aftur í finaluni.
Eina litrík Guðrun sang ein av kendu sangunum hjá amerikansku songkvinnuni Whitney Houston, Run To You, og tað var sum vanligt sannførandi. Og tað gav eisini bonus við einum tryggum finaluplássi.

Gásarhold av Guðrun
Saman við Guðrun Sólju Jacobsen komu eisini vinmaður hennara, Jakob Andersen, og Jan Nielsen í finaluna, og dómarapanelið hevði nógvar rósur at bera sangarunum.
Jan Lysdahl, sum er ein av dómarunum, segði seg fáa gásarhold, tá ið Guðrun sang, og tá ið tað snúði seg Jakob Andersen, tosaði hann um eina kloakk ? tað skuldi skiljast positivt, tí røddin á tí framúr góða sangaranum er skitin og rá.
Jan Nielsen var við í hálvfinaluni, tí dómararnir kundu velja eina av sangarunum, sum ikki kom víðari frá teimum innleiðandi umførunum til hálvfinaluna, og tað eydnaðist honum at gera vart við seg í kappingini, so at hann sníkti seg fram um Thomas Thordarson, sum tað var rokna við skuldi enda í finaluni saman við Jakob og Guðrun.

Hørð kapping í Herning
Tað verða seks fólk, sum fara at syngja í finaluni fríggjakvøldið.
Stóra showið verður í Herning, og har skal Guðrun kappast við James Sampson, Jakob Andersen, Lene Mathiesen, Jan Nielsen og Martin Pedersen.
Tveir fyrrverandi vinnarar í kappingini eru við í finaluni, tí umframt Guðrun hevur eisini James Sampson vunnið kappingina áður. Tey mugu eisini saman við Jakob Andersen roknast sum favorittar til vinna hesa seinastu kappingina.
Til finaluna, sum SvF fer at samsenda við DR fríggjakvøldið, verða onkrir serligir gestir, sum fara at syngja. Big Fat Snake og Sanne Salmonsen eru tveir teirra, og tann triðji skal ikki avdúkast fyrr enn í sjálvari finaluni.