Dómarasemjan kostar 300.000 krónur

Tað stóð heilt nógv á, men at enda funnu FSF og føroysku fótbóltsdómararnir ein fíggjarligan leist, sum samsýningarnar nú verða lætnar eftir. Formaðurin í Dómarafelagnum sigur, at einki er í søgunum um, at dómararnir hóttu við verkfalli um vikuskiftið

Knúturin í hesum kom, tá Fíggjarmálaráðið í seinastu tingsetu legði fram uppskot um, hvat kundi loyvast av skattafrælsi til eitt nú fóbóltsdómarar og –venjarar.
Á pappírinum segði gamla lógin, at dómarar kundu forvinna upp til 2.000 kr. um árið, uttan at skattur skuldi rindast av hesum. Talan er um upphædd, sum ikki hevur verið dagførd í heilt nógv ár, og veruleikin hevur helst verið, at dómarasamsýningin í mest sum øllum førum er komin óskattað til móttakaran. Ein praksis, sum eisini varð mest sum legaliserað, tá stjórin á Toll- og Skattstovuni staðfesti, at har høvdu tey ongar sum helst ætlanir um at grava ígjøgnum ítróttin við skattamálum.

Lóggávan bert eitt eiti
Hinvegin hava partarnir vita, at talan hevur verið um at kalla lógloysi á økinum, og tí hevur verið arbeitt við nýggjum leisti. Hesin varð lagdur fyri tingið í vetur, og har varð setðafest, at nýggja markið var 15.000 kr. um árið. Forvunnu dómarar meira enn hetta, skuldi øll inntøkan skattast.
Og tað er sum so eisini her, at trupulleikin hevur ligið. Við tað at samsýningin nú skal rindast yvir skattaskipanina – samstundis sum tað hjá øllum Formula-dómarum er greitt, at inntøkan fer upp um tær 15.000 kr. – vildu hesir upplivað eina munandi lønarminking. Eisini hóast hendan sum so stóðst av, at skattalógin í fleiri ár hevur verið brotin. Snøgt sagt, so hevur gamla lóggávan bert verið eitt eiti í so máta.

Eingin verkfallshóttan
Samstundis hevur FSF nú yvirtikið alla samsýning av fremstu fótbóltsdómarunum, og tað bar við sær, at samráðingar máttu til millum FSF og dómararnar.
Tær samráðingarnar gingu leingi sera tungt. Leygarmorgunin hoyrdist enntá, at dómararnir hóttu við verkfalli, men somikið illa til stóð tað ongan tíð sambært Dagfinni Olsen, formanni í dómarafelagnum.
- Okkara boð hava verið, at vit undir øllum umstøðum fóru út at døma. Og Dómarafelagið hevur givið til kennar, at vit als ikki vildu stuðla einum verkfalli, sigur hann.

Feløgini gjalda
Og tá semjan so eisini varð góðkend, varð alt hetta tosið so endaliga fyribeint. Nýggja semjan ber við sær, at høvuðsdómarin til ein Formula-dyst nú fær 1.300 kr mótvegis teimum 800 kr., sum áður vóru galdandi. Samlaði kostnaðurin av dómarabólkinum er nú 4.100 kr., og tað er ein øking upp á 1.700 kr. fyri hvønn dystin. Fyri 1. deild er økingin 600 kr. fyri dystin, og tá báðar deildirnar til samans fevna um 135 dystir, veksa upphæddirnar heilt skjótt. Somikið skjótt, at talan í dag er um góðar 300.000 kr., sum føroysku feløgini so ella so mugu rinda meira. Sum skilst, so er upp á tal, at FSF møguliga átekur sær part av kostnaðinum, men hvussu víkir og vendir, so er felagsskapurin ogn hjá føroysku feløgunum, so onkursvegna verða tað í seinasta enda hesi, sum mugu bera kostnaðin.