Dómarar fáa onga video-hjálp

Hetta er annars nakað, sum aftur hevur verið tosað um, eftir at Írland mátti boyggja seg fyri hondini hjá Thierry Henry í play-off dystinum móti Fraklandi.

- Dómarar eru menniskju, og tað skulu teir hava loyvi at verða. Vit fara ikki at steðga dystum, soleiðis at dómarin kann hyggja at sjónvarpsmyndum fyri at døma hetta ella hatta. Og vinarliga latið vera við at spyrja um hatta í framtíðini, segði Sepp Blatter við fjølmiðlafólk, nú hann er staddur til HM fyri fótbóltsfeløg, sum verður hildið í Abu Dhabi.

 

FIFA gjørdi fyri tveimum árum síðani royndir við at nýta sjónbandaupptøkur sum aktiva hjálp undir dystum. Royndin varð tó uppgivin, og tað var Blatter sjálvur, sum at enda staðfesti, at talan ikki gjørdist um fleiri royndir við hesum.