Hondbóltslógir
»Floytuljóðið frá tíðtakara/skrivara steðgar í prinsippinum dystinum og alt tað, sum hendir eftir hetta verður ógildað, tó undantikið persónligar revsingar. Tað vil siga, at gul kort, útvísingar v.m., sum verða givin í tíðarbilinum millum floytuljóðið og tekini frá dómarunum um at steðga dystinum, verður galdandi.«
Somikið greiðar eru reglurnar um, hvussu hondbóltsdómarar skulu fyrihalda seg til time-out regluna, og hetta er nakað, sum hesi seinastu samdøgurini hevur verið tosað dúgliga um inni á Skála.
Orsøkin til hetta er hendingin í dystinum millum mansliðini hjá StÍF og Neistanum seinasta sunnudagin. Við 45 sekundum eftir og støðuni, 28-27 til Neistan, bað Neista-venjarinum Time-out.
Dómaraborðið trýsti á floytuna, men ljóðið var ov veikt til at treingja ígjøgnum dunið frá áskoðarunum, og á vøllinum leiktu teir bláu seg fram til møguleika og skoraðu. Eftirfylgjandi var nakað av roki, tá StÍF-leikararnir vildu hava, at málið skuldi kolldømast.
Boðini frá dómarunum vóru tó greið. - Tað eru dómararnir, sum gera av, nær dysturin skal steðgast, og tá hvørki vit ella leikararnir høvdu ánilsi fyri, at time-out varð tikið, so taldi málið við, vóru boðini ta ferðina, og fyri fyrst tóktust øll eisini at seta seg til sættis við hesum.
Men staðfestingin, sum hendan greingin byrjar við, broytir tó um hetta.
Hevur dómaraborðið markerað fyri time-out, so steðgar dysturin. Eisini hóast dómararnir ikki varnast hetta. Tað merkir, at tá dómararnir fyrr ella seinni geva tekin til hetta, skal støðan bakkast aftur til løtuna, har trýst varð á floytuna, og tað, sum hendi í tíðarbilinum fram til markeringina frá dómarunum, er at kalla ikki hent. Undantakið er, um dómarar í hesum tíðarbili hava givið gul kort, tveir fingrar. Tá stendur hetta við, men í aðrar mátar skal dysturin bakkast aftur til útgangsstøðið.
Hetta hava strandingar eisini fingið staðfest frá norska hondbóltssambandinum, sum sigur, at talan her um altjóða reglur, og tí skuldi eingin ivi yvirhøvur verið um, at talan var um eitt dómaramistak, tá málið hjá Neistanum varð góðkent.
Hypotetiskir spurningar
Og tað er heldur einki at ivast í, at talan var um eitt sera óheppið mistak. Skoringin til 29-27 avgjørdi definitivt dystin, og á stigatalvuni var týdningurin av sigrinum eisini sjónligur. Har er tað nú Neistin, sum er næsti avbjóðarin hjá Kyndli, meðan StÍF við trimum stigum upp til oddin ikki kann avgera nakað einsamalt.
Um tann støðan hevði verið øðrvísi, um málið hjá Helga Justinussen ikki varð góðkent, er ein hypotetiskur spurningur. Men tað er greitt, at tey á Skála argast inn á hendan ivan.
Hevði Neistin megnað at skora í nýggjum álopi?
Og um ikki, hevði StÍF so havt tíð til eitt seinasta álop?
Og hevði StÍF so kanska eisini javnað?
Tað eru spurningarnir, sum tey á Skála seta sær, men tey skulu neyvan vænta sær nakað svar. Sum skilst, so hava strandingarnir heldur ikki nakra ætlan um at kæra avgerðina við nýggjum dysti fyri eyga, og í prinsippinum er hetta eisini ov seint, nú meira enn 48 tímar eru lidnir síðani dystin.