Konslaskifti
Tummas Hanus Dam er fegin um at hava fingið litið upp í hendi álitisstarvið sum bretskur konsul í Føroyum. Hann sær tað sum sína uppgávu at røkja bretsk áhugamál í Føroyum. Sum so er tað bert eitt framhald av sínum dagliga arbeiði í dag, har hansara fyritøka DAMFAR umboðar nógvar bretskar framleiðarar av eitt nú góðgæti.
-Konslastarvið røkkur sjálvandi nógv longur enn tað eg arbeiði við í dag. Tað snýr seg um at arbeiða fyri allar fyritøkur í Bretlandi, sum hava áhuga í at etablera seg í Føroyum ella fáa eitt samstarv við føroyskar fyritøkur og marknaðin her. Tí skal eg eisini hjálpa føroyskum fyritøkum við tí.
Hóast hetta verður ein stór avbjóðing og ábyrgd, so sær Tummas Hanus Dam fram til arbeiði sum bretskur konsul. Tað er so heldur ikki uttan orsøk, tí hann hevur havt rættiliga nógv við Bretland og bretar at gera nú í meira enn 30 ár. Hann fór longu til Bretlands í 1971 og var har í tvey ár. Har gekk hann á bankaskeiði og lærdi seg enska málið.
Tummas Hanus Dam viðgongur, at hann bleiv ikki sørt forelskaður í Bretlandi. ?Eg fekk alt fyri eitt tokka til hetta landið og fólkið. Mær dámar væl bretska mentalitetin og mentanina og ikki minst mátan bretar arbeiða uppá. Tí bleiv hetta eisini uppaftur meira spennandi, tá eg fór at samvinna við bretskar fyritøkur í 89 í sambandi við góðgætisfyritøkuna Damfar. Tað var ein stór frøði at koma at arbeiða saman við bretskum fyritøkum. So hetta sum nú hendir er eitt slag av framhaldi av tí.
Tummas Hanus vísir annars aftur, at konslaheitið er ein tøkk fyri gott útint handilsarbeiði fyri Bretland. Tummas Hanus hevur annars ítróttarhandlar í Havn og á Glyvrum. Í Havn byrjaði hann í 1977 og lat so upp enn ein ítróttarhandil í Eysturoynni fyri fýra árum síðani. Tummas Hanus heldur tað vera eina góða harmoni í at selja góðgæti og so at hava ein ítróttarhandil.
Næsti grannin
Hóast vit hava havt nógva samvinnu við Norðurlond og serstakliga Danmark, so heldur Tummas Hanus Dam, at tað er náttúrligt, at vit menna samstarvið við Bretland, sum jú er okkara næsti granni. Hann ivast ikki í, at hetta samsarvið kundi verið nógv størri.
Fyri at økja um samstarvið við Bretland so metir nýggi bretski konsulin, at tað er náttúrligt og rætt, at fleiri føroyingar útbúgva seg í Bretlandi, á tann hátt knýtir tú eisini týðandi vinarbond. ?Eg haldi, at hetta við at kunna útbúgva seg í einum øðrum landi er besti mátin at knýta sambond millum tvey lond. Tí vóni eg eisini, at føroyingar fara at taka lut í skeiðvirksemi í oljuvinnuni í Bretlandi. Málið í oljuvinnuni er enskt, og eg haldi, at okkara ungdómur má til at duga at tosa flótandi enskt og ikki sum okkara aldursbólkur bara at kunna?halta? okkum ígjøgnum bretska málið.
Tummas Hanus Dam sær stórar møguleikar fyri tættari samvinnu millum londini ikki minst nú ein oljuvinna er við at taka seg upp á Atlantsmótinum. Hann sær eisini fyri sær, at fiskivinnusamstarvið og samhandilin á tí økinum mennist.