Dømandi og partapolitiskur Trúboði

Tórbjørn Jacobsen

Ein eldri skyldkona er á tráðnum. Spyr um eg havi sæð nýggjastu útgávuna av málgagninum hjá kirkjuligu heimamissiónini, Trúðboðan, sum kom úr prentvjelinum týsdagin í vikuni.
Sjálvandi. Mær hevur altíð dámað so væl hetta fittliga blaðið, lagaligt at lesa, ongin trúttan og heldur ongin partapolitisk slagsíða, hóast boðskapurin hevur verið greiður um tað sum koma skal.
Øll verðsligheit stendur tó fyri falli. Serliga táið yvirtrýst kemur á ketlarnar. Óheppið at klóføst partapoltisk lobby skal hava fingið so ramligar fastatøkur í redaktiónini, at blaðið legði objektivu leiðina frá sær og leyp so fullkomuliga á bláman, fyri at gerast málgagn hjá sjálvútnevnda krossfararanum Alfredi Olsen.
Við kenda, fittliga, og hjartanemandi smílinum trónar sambandstingmaðurin fram á allari forsíðuni. Autodidakti riddarin, sum lærir onnur at nálesa í heilagu skriftunum. Maðurin sum hevur tikið sær rættin at døma, ikki um verðslig mál, men um andaliga habitussin hjá samstarvmonnunum á Føroya Løgtingi.
Í hesi tíð, nú samkyndað brimið skolar yvir landið og klývur tjóðina, liggja opportunistarnir uppá lúr undir hvørjum húsaveggi. Tí kemur hetta raid´ið frá Alfredi als ikki óvart á nakran, torførari er tó at skilja, at Trúboðin letur seg prostituera. Nú hann í síni head-line leggur rygg til fúlastu partapolitisku propagandu í nýggjari tíð.
Oman av hansara Parnassos, í hesum førinum løgtingsins røðarapallur, floyma skotríðurnar og fordømingarnar. Alfred heldur, at tað er fyrimunur, at trúgvandi eru í ymiskum politiskum flokkum, heldur enn at øll trúgvandi bara eru í einum ella tveimum flokkum.
Í samrøðuni blaðið hevur við Alfred Olsen verður sagt, at tað eru fleiri trúgvandi tinglimir í løgtinginum. Um hesar sigur hann:

»Vit eru kallað til at verða salt og ljós jarðarinnar, og við tí gera vit meira gagn sum er, við at hava kristin umboð í øllum flokkum, enn vit høvdu gjørt saman í einum flokki.«

Nú Alfred Olsen hevur skilgreinað, at tað finnast kristnir og harvið ókristnir tingmenn, fari eg at krevja av honum, at hann skjótast gjørligt, við navns nevnilsi boðar alment frá, hvørjir hesir ókristnu tingmenninir eru.
Ein dómari, ið tráar eftir valdi, eigur eisini at standa við sína ábyrgd, í øllum lutum. Dómar skula vera greiðir, tað skal hesin eisini vera. Onki uttanumtos hesaferð, Alfred Olsen.