Dáma betri í Koltri um veturin

Tað er ikki vanligt, at grágás eigur í Koltri, tí har hava tey bara einaferð staðfest grágás við ungum.

 

Seinasta vikuskiftið skipaði Havstovan fyri landsumfatandi grágásateljing við tí endamáli at fáa tøl fyri, hvussu stórur partur av ferðandi grágásini steðgar í Føroyum.

Eisini í Koltri luttóku tey - nú fyri aðru ferð - og taldar vórðu tilsamans 70 grágæs seinasta leygardag.

Fyristøðumaðurin, Bjørn Patursson, var sjálvur burturstaddur, og tí vóru tað avloysarar, sum tóku sær av teljingini hesaferð.

Bjørn Patursson veit at siga, at tað ikki er vanligt, at grágás eigur í Koltri, tí tey hava bara einaferð staðfest grágás við ungum.

- Um summarið er grágásin sjáldsamur gestur. Tað tykist hinvegin, sum henni dámar væl at vera í Koltri í vetrarvist, sigur fyristøðumaðurin.

##med2##