Hóast vit altíð hava dálkað umhvørvið, eiga vit sjálvandi at berjast tað, vit kunnu, fyri at halda framhaldandi dálking niðri, sigur Jonathan Motzfeldt, sum er í Føroyum á ríkisfundi.
Grønlendski landsstýrisformaðurin er fegin um, at havdálkingin í Norðuratlantshavi verður viðgjørd á ríkisfundinum, forsætisráðarrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin halda seinni í dag.
Í dýrdarveðri standa vit uppi við minnisvarðan í Mykinesi, har landsstýrisformaðurin vitjar saman við forsætisráðharranum og løgmanni við fylgi.
Hann stendur og lítur út yvir tað endaleysa havið, sum er spegilsblankt. Bert svørtu blettirnir, sum vit vita er fuglur, eru at síggja.
Ein einsamallur bátur liggur stutt úr lendingini. Tað er Barbara, sum førdi pressufólkið út í Mykines.
Ferðast vit nóg langt vestureftir, koma vit til Grønlands.
Føroyar liggja jú á somu breidd, sum Pamiut, veit landsstýrisformaðurin at siga frá.
Jú, sigur Jonathan Motzfeldt. Sjálvandi er dálking, og hon er sera vandamikil.
Men hann ávarar samstundis í móti at loypa á leistum, hvørja ferð ein kanning ella frágreiðing verður almannakunngjørd.
Tað eru nógvar ávaringaklokkur sum ringja alla tíðina, sigur hann. Og viðhvørt eru tær falskar.
Men hann leggur tó dent á, at vit eiga ikki at ivast í, at í summum førum er tað rætt, tá ávarað verður um dálking bæði í luftini og í havinum.
Men hetta við dálking er ikki nakað nýtt, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi.
Hann vísir til tær 400 - 500 ára gomlu mumiurnar, funnar vórðu í Grønlandi fyri nøkrum árum síðani.
Kanningar av hesum fornu grønlendingum hava víst, at tey vóru júst líka dálkað, sum vit eru í dag.
Hesi fólkini hava livað av somu føðikeldum, sum nógvir grønlendingar gera enn. Og allar hesar øldirna, hava so tey, sum hava verið ímillum, livað av tí sama.
Tað merkir bert tað, heldur Jonathan Motzfeldt, at tað ber til at liva av teirri dálkaður føðini, fólk í Grønlandi fáa í dag.
So hvørt, sum vit finna fleiri og fleiri nýggjar sjúkur, undrast ein yvir, at mannaættin yvirhøvur hevur yvirlivað til í dag, sigur Jonathan Motzfeldt.
Vit hava, hóast alla okkara framkomnu útgerð, fleiri ólekiligar sjúkur, vit einki kunnu gera við.
Hann er onga løtu í iva um, at hann sjálvur fer at halda fram at eta tað, hann altíð hevur verð vanur við.
Tað eru sjálvandi nýggjar dálkingarkeldur, vit kenna í dag.
Men vit vita, at dálkingin hevur verið sera stór seinastu 400 árini, vísir Jonathan Motzfeldt á.
Sjálvandi eiga vit at vara okkum almikið ímóti nýggjari dálking, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi.
Av øðrum málum, sum viðgjørd verða, leggur Motzfeldt stóran dent á handilsavtalurnar við EU.
Tað er soleiðis, sigur hann, at Danmark er portur grønlendinga til Europa. Og hann metir tað av stórum týdningi at hava gott handilssamband tann vegin.
Grønland hevur havt nakað av handli við Amerika. Serliga USA. Men tað er líkasum við at linka nú, sigur landsstýrisformaðurin.
Nú er tað heldur eystureftir, handlað verður. Japan og Taiwan eru stórir marknaðir fyri grønlendskum vørum.
Men grønlendingar eiga avgjørt at halda sambandið við EU viðlíka.
»Og her eigur danski forsætisráðharin at hjálpa okkum,« sigur Jonathan Motzfeldt.
»Tað er hansara arbeiði.«