Myndugleikarnir í Russlandi siga, at spreingingin á einari kinesiskari verksmiðju í síðsta mánað kann koma fleiri friðaðum djórum har eysturi í Russlandi í vanda.
Spreingingin var á einari evnafrøðiligari verksmiðju og hevði við sær, at fleiri áir har um vegir vórðu illa dálkaðar av evninum benzen. Russisku myndugleikarnir siga, at vatnið í einum parti av ánni Amur er illa dálkað, og at dálkingin breiðir seg norðureftir við ánni.
Starvsfólk hjá náttúrumyndugleikunum har eysturi í Russlandi siga, at tveir av teimum sjáldsomu sibirisku tikarunum eru vorðnir sjúkir av dálkingini, og at teir eru til viðgerðar á einum djórasjúkrahúsi. Starvsfólkini bera ótta fyri, at hetta er bara byrjanin, og at fleiri tikarar og onnur friðað djór kunnu doyggja av eitrinum.
Heimsnáttúrustovnurin WWF sigur, at støðan er sera álvarssom, tí fleiri sjáldsom djór eru í hesum partinum av Russlandi. Av tí at fiskurin í áunum uttan iva er eitraður, kann vanlukkan eisini raka bjarnir og onnur djór, sum millum annað liva av fiski úr áunum, sigur WWF.