Forsangarin í kenda danska rockbólkinum D-A-D, Jesper Binzer, er spentur til konsertina í kvøld, nú teir skjótt trína á pallin á Vágsbøi.
- Vit gleða okkum nógv til í kvøld, og ætla vit at enda kvøldið her við manér, sigur Jesper, sum hevur verið við í bólkinum øll árini.
- Saman við Stig eri eg einasti persónurin í heiminum, sum hevur verið til allar D-A-D konsertir, sigur Jesper flennandi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at D-A-D eru í Føroyum og spæla.
- Fyri 12 árum síðani vóru vit her á fyrsta sinni. Tá høvdu vit eina konsert í Havn. Tað, sum situr mest eftir frá tí túrinum, er tann vakra náttúran, sum tit hava her í landinum, sigur Jesper.
- Ja, og so sjálvsagt, at tað var fyrsta gig (debut) hjá okkara trummuspælara, so vit vóru eitt sindur nervøsir. Men tað gekk væl, sigur Jesper.
Teir í D-A-D hava eitt stramt program. Í gjár spældu teir í Týsklandi, og í morgin fara teir til Svøríkis.
- Vit høvdu ynskt at kunna verið her longri. Ein vinmaður bjóðaði okkum at síggja okkurt við sær í morgin, men tað má nokk bíða til næsta ár, sigur Jesper.
Í kvøld kunnu gestirnir á Summarfestivalinum vænta sær eitt brak av eini konsert.
- Vit ætla, ið hvussu so er at gera okkara til. Vit vóna, at tað verður ein konsert við ferð á. Vit fara at spæla øll okkara hits, so tað verður ein góð konsert. Annað vildi eisini verið løgið, tí vit hava vant hesa konsertina alt summar, sigur Jesper at enda, áðrenn hann fer at gera seg kláran at fara á pallin.










