Alan Curbishley hevur seinastu 15 árini staðið á odda fyri Charlton, sum við tíðini hevur bitið seg fast í ensku Premier League. Men nú stendur greitt, at væl lýddi venjarin ikki heldur fram á the Valley.
Tíðindini vórðu um vikuskiftið váttað av formanninum í Charlton, Richard Murray, og tað setir ferð á gitingarnar um, at Curbishley verður nýggjur enskur landsliðsvenjari. Tað er áður váttað, at Charlton-venjarin er ein av teimum, sum enska fótbóltssambandið hevur tosað við um sessin, sum verður tøkur, tá Svenn Göran Eriksson gevst eftir HM-kappingina í summar.