Csatary gav ikki boðini

Tann 97 ára gamli Laszlo Csatary úr Ungarn, sum er undir illgruna fyri krígsbrotsverk undir seinna heimsbardaga, gav ikki boð um at senda umleið 300 jødar til nazistisku leguna í Kamianets-Podiskyi í Ukraina í 1941.

Tað kunngjørdi tann almenni ákærin í Ungarn í dag. Hann hevur kannað málið, síðani Csatary varð handtikin og settur í húsavarðhald miðskeiðis í síðsta mánað.

Tað var Simon Wiesenthal-stovnurin, sum legði Laszlo Csatary undir at hava givið boð um at flyta jødarnar í týningarlegu, men ákærin í Budapest sigur, at Csatary kann ikki hava givið boðini, tí hann var ikki har tá. Harafturat hevði hann ikki nóg høgt starv í løgregluni til at geva slík boð, sigur ákærin.