Crystal Ice á Gøtuvík í morgin

Frystifarmaskipið Crystal Ice, sum gøtumenn keyptu í november mánaða í fjør, kemur fyri fyrstu ferð til Føroya eftir last, síðan felagið Crystal Sea í Gøtu keypti skipið. Lagt verður inn á Gøtuvík, og síðan ber leiðin til Klaksvíkar eftir frystivørum hjá Norðborg

Farmaskip

Í morgin kemur frystifarmaskipið Crystal Ice fyri fyrstu ferð til Føroya. Hetta er eitt skip, sum feðgarnir, Heri og Tórhallur Thomsen í Gøtu, hava keypt, og saman við teimum í eigaraskapinum er eisini sonur Tórhall, sum eisini eitur Heri. Tað er felagið Crystal Sea, sum eigur skipið, ið er bygt í Noregi í 1978.
Felagið keypti frystifarmaskipið í november mánaði í fjør, og síðan fór tað til Skagen í dokk, haðani tað var liðugt og klárt at fara í sigling í januar mánaða í ár.
Crystal Ice er ikki nakað ókent skip um okkara leiðir. Skipið er nevniliga gamli kenningurin, Star Scandia.
Skipið er 63 metrar langt, 11 metrar breitt, og tað lastar umleið 900 tons.

Seks mans
Tórhallur Thomsen, sum er reiðari hjá Crystal Sea, sigur, at seks mans eru við skipinum. Yvirmenninir, sum eru tríggir í tali, eru føroyingar, meðan hinir tríggir av manningini eru litavar.
Skipari á vaktini, sum nú er umborð, er leirvíkingurin, Eifinnur á Reynatrøð, og skipari á hinari vaktini, sum nú hevur frí, er John á Líknagøtu, ið er glyvramaður, sum býr í Fuglafirði.
Tórhallur sigur, at Crystal Ice higartil hevur siglt mest í Noregi og til baltisku londini, men felagið hevur eisini eina flutningsavtalu við Eimskip CTG í Noregi, sum gongur út, tá hetta árið er liðugt.
- Hetta verður so fyrsti túrur til Føroya, síðan vit keyptu skipið.

Á Gøtuvík
Reiðarin sigur, at í Føroyum verður eingin skipað móttøka, men Crystal Ice kemur fyrst inn á Gøtuvík at heilsa bygdafólkinum har. Lagt verður ikki til bryggju í Gøtu, tí havnin hevur ikki sonevnda ISPN-góðkenning.
- Av Gøtuvík verður siglt norður til Klaksvíkar, har skipið í norðurhavnini skal taka frystivørur hjá Norðborg, sum skulu flytast av landinum.
Hann væntar, at Crystal Ice verður í Klaksvík um
10-tíðina í morgin.
Tórhallur Thomsen sigur, at fólk eru vælkomin umborð at síggja skipið, meðan tað liggur í Ánunum.
- Loyst verður aftur í norðurhavnini, tá skipið er fermt, og eg vænti, at klárt verður at sigla fríggjadagin, sigur hann.

Góðar vónir
Reiðarin sigur seg vóna, at skipið kemur at fáa onkra last í Føroyum av og á.
- Skipið hevur nú verið í drift síðan 10. januar. Hetta er ein trupult tíð innan hesa vinnu, eins og mangar aðrar vinnur, men tað hevur gingið rímiliga væl, síðan vit fóru undir hesa verkætlan, og vit hava góðar vónir um, at hetta fer at bera til, sigur Tórhallur Thomsen.