Niðurlendska fótbóltslegendan Johan Cruyff yvirlivdi bert níggju mánaðir sum ráðgevi hjá meksikanska fótbóltsfelagnum Chivas.
65 ára gamli Cruyff skuldi hjálpa felagnum fram á leið, men tá ið Chivas varð útsligið longu í fyrsta umfari av playoff-kappingini, fall hamarin.
- Felagið hevur avgjørt at uppsiga samstarvið við Johan Cruyff. Hetta verður gjørt, tí felagið hevur ikki nátt teimum ítróttarligu málunum, sum vóru sett, tá ið avtalan varð gjørd, sigur felagið í eini fráboðan.
Cruyff hevði annars tvey ár eftir av síni avtalu við Chivas.
Cruyff er framvegis ráðgevi hjá niðurlendska felagnum Ajax úr Amsterdam.