Crouch hevur góðar vónir

Enska landsliðið hevur enn ikki megnað at spælt seg til EM-endaspælið, men Peter Crouch er vísur í at liðið kemur at hava ein avgerandi leiklut í endaspælinum

Við einum stigi móti Kroatia á Wembley leikvøllinum mikukvøldið, kann Ongland tryggja sær luttøku í EM-endspælinum, men áðrenn bjørnin er skotin, selur langi Peter Crouch skinnið og metir at Ongland kemur at hava ein avgerandi leiklut í endaspælinum í Schweiz og Eysturríki.

- Vit eru kanska eitt sindur sárbærir í løtuni, men vit megna nógv meira enn, og tá vit hava kvalifisera okkum, ið vit allir vænta og vóna, fara vit at standa okkum væl í kappingini, og tað er nakað, vit gleða okkum til, fortelur Liverpool spælarin, sambært Sky Sport.

Áleyparin er vísur í at tað enska liðið fer at fáa sum mest burturúr hepninum, ið hevur givið teimum møguleikan, til aftur at kunna avgera alt sjálvir. Hetta hendi, tá Ísrael vann heima, móti Russlandi.

- Tað var úti av okkara hondum í eina tíð, og tað var sera frustrerandi, men nú kunnu vit avgera alt aftur sjálvir, og vit verða noyddir at menna okkum upp, og eg eri vísur í at vit megna tað, sigur Crouch.