Tá Creamy fer á pallin í Føroyum knappar tvær vikur, verður tað við eini Grammy-virðisløn í rygginum.
Bólkurin við føroysku Rannvu og donsku Rebekku vann leygarkvøldið eina sonevnda Grammy-virðisløn fyri teirra higartil einastu útgávu. Fløgan við teimum forpoppaðu donsku barnasangunum varð kosin at verða besta danska barnaútgávan í fjør.
Grammy er tann størsti heiðurin, danskir tónleikarar kunnu vinna á heimavølli, og virðislønin er ein staðfesting av, at Creamy hevur verið í einum flokki fyri seg, tá umræður barnaútgávur í Danmark í fjør.
Í fjør hevur fløgan hjá teimum selt avbera væl, og áhugin fyri konsertunum, sum verða í Føroyum annað vikuskiftið, hevur verið sera stórur.
Annars var stóri vinnarin leygarkvøldið rockbólkurin Kashmir, sum í fjør avrikaði eina framúr góða fløgu. Hendan fløgan hevði við sær seks virðislønir til donsku trioina, sum eisini hava verið at sæð á MTV, har sangurin ?Mom?s in love, daddy?s in space? javnan hevur verið vístur.