Creamy á føroyskum

Tey børn, sum í næstu viku fara í Føroya Sparikassa at tøma sær sparibússuna, Bassa, fáa eina spildur nýggja fløgu við Creamy, sum Føroya Sparikassi gevur út í samband við føðingardagin hjá Bassa.

Tað eru tær báðar so kendu creamygenturnar, føroyska Rannvá Joensen og vinkona hennara Rebekka Mathew, sum syngja teir fýra sangirnar, sum eru á fløguni. Tveir teirra eru føroyskir, annar eitur Bassi sært tú meg og hin so kendi tillukkusangurin hjá Hera Nolsøe, sum eitur Tillukku í dag..

Hini bæði løgini á fløguni eru Æblemand og Krabbesang, sum tær gjørdust so kendir við í Danmark í fjør.



MYNDATEXTUR:


Tær báðar Rannvá Joensen og Rebekka Mathew syngja fýra sangir á fløguni, sum Sparikassin gevur í sambandi við føðingardagin hjá Bassa.