Honda CR-V er ein 4x4 frítíðarbilur, ið er eins góður at koyra og ein persónbilur, bæði á sløttum og ósløttum undirlendi. Í nýggjastu útgávuni er bilurin betraður á fleiri økjum, so sum trygd og komforti. Bilurin er gjørdur soleiðis, at um hann rennur á ein fótgangara, gevur fronturin eftir, so fótgangarin fær minst møguligan skaða. Hetta fekk CR-V besta karakterin fyri á seinastu EuroNCAP krasj-testunum. Motorurin er ein 2.0 litur bensin við 150 hk. Bilurin er sera væl útgjørdur við t.d. aircondition, CD spælara, nógvum plássi til at leggja lutir frá sær, armlen við kopphaldara, eins og plátan í viðførisrúminum kann gerast um til eitt campingborð og 12V el-stikkara í viðførisrúminum.
Honda CR-V 2.0i VTEC
Motorurin2.0 litur 4 syl i-bensin 150 hk
0-100 km/t10,0 sek
Bensinnýtsla11,0 (blandað koyring)
Dekkstødd205/70-15
Stødd og vekt
Breidd457,5 cm
Breidd178,0 cm
Hædd171,0 cm
Eginvekt1425 kg
Totalvekt1925 kg
Viðførisrúm527 litrar
PrísurLS útgávan kr. 288.750,-
ES útgávan kr. 306.750,-
SøluumboðSp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
Tel.313707