CPR-nummarið

Telduposturin

Tað er óhugsandi at liva niðri uttan at hava cpr-nummar. Tú ert onki uttan hetta gylta nummar, ið verður brúkt til alt millum himmal og jørð. Eg haldi, at cpr-nummarið, er eitt kjarnusúmbol í danska nútíðarsamfelagnum. Kjarnusúmbol eru súmbol, ið umfata sera nógv fyribrygdi í ávísari mentan. Tey kunnu brúkast (myndamálsliga) til at skilja rúgvu av sereyðkennum í samfelagnum.

Cpr-nummarið er eitt nokkso nýtt fyribrigdi, ið er komið fyri at vera. Mótstøðan ímóti talinum er langt síðan horvin, tí fjøldin hevur vant seg við tað, og hóast nummarið fjalir sera viðkvæmar upplýsingar um heilsustøðu, lógarbrot, fíggjarstøðu og annað, so ganga fólk runt og skriva nummarið allastaðni. Nógvar fyritøkur og nógvir stovnar biðja kundarnar upplýsa cpr-nummar, hóast tey ongan rætt hava til hesa vitan. Til dømis verður ein á hægri lærustovnum javnan biðin at skriva cpr-nummar saman við navn og bústað, í samband við eina ritgerð ella skrivliga próvtøku. Fólk avdúka tað eisini á arbeiðsumsóknum, í brøvum og kontraktum og so framvegis. Ein skuldi ikki trúð nummarið var loyniligt, tí fólk ganga nærmast við tí prentað á ennum sínum. Antin vita tey ikki, at uplýsingarnir kunnu misnjótast ella ?skíta tey bara á tað?.

Nummarið er lykilin, ið gevur tær atgongd til øll almenn samfelagsrúm. Á tí gula sjúkratryggingarkortinum stendur nummarið í stórum, áðrenn navn og bústað, og um tú fert inn á almennari skrivstovu, skalt tú straks upplýsa tað, áðrenn bureaukraturin hinumeðin borðið yvirhøvur tímir at tosa við teg. Við at trýsta nummarið inn á telduna sær skrivstovufólki nevniliga beinanvegin hvør tú í veruleikanum ert. Nummarið er álitið, og persónurin er nummarið. Stutt sagt, tú ert bara eitt nummar. ?Jeg har en 2906 her? segði kontórdaman á skattadeildini í Keypmannahavn álvarsamt um meg, tá hon telefoneraði. Ein trupulleiki hjá nógvum føringum, ið flyta niður fyri fyrstu ferð, er at teimum væntar cpr-nummar. Meðan tey tolin bíðja eftir nummarinum - lyklinum til systemið - kunnu tey hvørki fáa SU (lestrarstuðul), arbeiðsloysisstuðul, bankakonto ella almenna íbúð.

Tað eru nógvir praktiskir fyrimunir við einum cpr-nummar: nú er lættari sentralstýri landsins vegna, at halda ordan í teimum goymdu uplýsingum um íbúgvararnar. Nú er lættari at samskipa vitanina, soleiðis at kartotekini hjá lógreglu, skattavaldi, sjúkrahúsum, fólkayvirliti og øðrum stovnum, verða til eitt teldustýrt risasavn við øllum um øll. Soleiðis verður væl lættari at finna teir vánaligu samfelagsborgararnar í fjøldini, hóast hesir kanska royna at liva sum hini og síðani refsa teir fyri syndir sínar. Um cpr-nummarið kann avdúka nakrar brotsmenn, so er skipanin ynskilig siga danir, og harvið hvørvir mótstøðan ímóti sentral-kartotekinum eisini heilt. Er hetta logiskt?

Danir standa sum sera effektivur fólkabólkur við hypermodernaðari samfelagsskipan og sterkum búskapi. Teir ynskja ikki at seinka samfelagsmenningini, uttan haldgóða grundgeving, og cpr-nummarið er í sjónarmiði teirra eitt stórt framstig í harmoniseringini av Danmark. Ert tú atfinningarsamur mótvegis cpr-nummarinum, so kannst tú ikki hava reinar hendir! Í Føroyum hevur man eitt p-tal, ið ikki hevur eins stórt rásarúm sum cpr-nummarið í Danmark. Skipanin í Noregi minnir um hitt føroyska p-talið. Autoritetstrúgvin er nógv sterkari í flatlondum, ið eisini hevur sterkari stýring enn hini londini. Um fjøldin í landinum finnir seg í at sentralstýrið kannar og goymir vitan um persónligu viðurskifti tíni so er tað fínt. Tað mugu tey um, sigi eg, men hvar gongur markið millum privatu og almennu sferuna í samfelagnum? Eg fari at enda við orðum hjá Jean-Jacques Rousseau, ið segði: menniskjan er fødd fræls, og allastaðni er hon í leinkjum.


Firouz Gaini,

Keypmannahavnið.

? Eg veit frá handilsmanninum, at fólk hava hvørt nikk og prikk við sær. Fara vit til Havnar so leggja vit pengar eftir okkum, men soleiðis er tað ikki her hjá okkum, sigur hon.

Inga vísir á, at tey, sum leiga hús út í Skúvoy, eru avbygdarfólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í sínum húsum og tískil fer leigupeningurin av oynni.

? Pengarnir enda ikki í okkara lummum. Teir fara av bygdini, sum so mangt annað, sigur Inga, sum hevur lovað at royna at leiga hús út til ferðafólk í summar:

? Vit mugu útvega okkum onnur hús frá fólki, sum kanska búgva í Havn, sigur hon.


Gloymd í Havn

Inga heldur, at tað var óvanliga nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør. Umframt tey, sum komu við Sildberanum, komu fleiri við skonnartini Norðlýsinum og við Jóan Petur Clementsen, sum skipar fyri bátsferðum heiman av Sandi.

Inga heldur, at skúvingar hava ikki tikið ferðavinnuna í nóg stórum álvara:

? Ferðavinnan hevur bert verið mett sum nøkur fólk, ið koma og fara. Eingin hevur verið at gjørt nakað við tað; til at samskipa tað, sigur Inga, sum fegnast um initiativið úr Sandoynni.

Ein orsøk til, at skúvoyingar einki hava gjørt við ferðavinnuna kann vera, at tað eru so nógv gomul fólk í oynni, heldur hon. Eisini eru skúvoyingar nógv upptiknir av arbeiði um summarið, sigur Inga, sum heldur, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum hevur sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:

? Eg haldi, at tey gloyma okkum í Havn. Tey kundu ringt og spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar hevur ringt og spurt um vit vilja leiga út, sigur hon og sipar til áheitanina frá Sandoyar Sýslu Ferðalagi.

Um skúvoyingar nakrantíð fara at vinna pengar burtur úr Sigmundi og Rannvá og fuglabjørgunum fer summarið kanska at geva eina ábending um.

Fyribils liggur ferðavinnan huld í mjørka og er ring at fáa eyga á.


Ferðaráðið:

Móttøkuapparatið

manglar

Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri Ferðaráð Føroya í Skúvoynni fyri at kanna áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir at hava hitt bygdarráðsformannin í Skúvoy kundi Ferðaráðið staðfesta, at eingin serligur áhugi var fyri ferðavinnuni millum skúvoyingar.

Síðani tá er nakað hent, sum bendir á, at ein ávísur áhugi er í Skúvoy kortini, staðfestir Ferðaráð Føroya.

Ferðavinnan í Sandoynni roynir at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Skúvoyingar eru við í hesi ætlan og bygdarráðið stuðlar ferðavinnufelagnum í Sandoynni fíggjarliga.

Sambært Ferðaráðnum hevur Skúvoyggin ikki tað apparatið, sum skal til fyri at taka ímóti ferðandi í stórum tali ? t.d matstøð, alment wc og møguleikar fyri gisting og útferðum. Samstundis verður sagt, at fortreytir fyri veruligari ferðavinnu er, at fólkið á staðnum er áhugað í hesi vinnu.

Royndin hjá Sandoyar Sýslu Ferðalagi bendir á, at móttøkuapparatið í Skúvoy nú verður brynjað til at kunna taka ímóti veruligari ferðavinnu, sigur Ferðaráð Føroya.