Hallur Joensen, Alex Bærendsen og Kristina Bærendsen fara at syngja til countrykonsert í Klaksvík á jólum Konsertin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík tann 28. desember.
Nøkur av kendu nøvninum innan føroyskan countrytónleik fara at spæla.
Hallur Joensen er blivin víðgitin sum countrysangari, og hann fer á pallin hendan dagin.
Eisini ger Alex Bærendsen comeback á palli, og dóttir hansara, Kristina Bærendsen, sum hevur havt fleiri framførslur saman við Halli Joensen, verður eisini við á konsertini.